UNDIRVÍSINGARTILFAR
Tú og Eg og Kvikk
-hvussu vit hjálpa børnum at menna sosialar førleikar
Tilfarið er grundað á jaligar vónir til næmingarnar og álit á evnini at mennast í tryggum korum við sjálvur at vera virkin. Roynt verður við hesum at skapa virðing bæði fyri einstaklinginum og felagsskapinum.
Kvikk er ein bamsa, sum í hesum tilfarinum gongur aftur í øllum spølum, uppgávum og royndum.
Læraravegleiðing til 0. - 3. flokk
Undirvísingartímarnir eru skipaðir í 4 kapittular:
- Flokssamleiki
- Bólkasamleiki
- Avgerðir
- Hurrá fyri tær og mær
Hvør ert Tú
-Uppvøkstur, menning og búning hjá børnum
Tilfarið leggur dent á stóru broytingarnar, ið næmingar fara ígjøgnum í kynsbúningarárunum. Endamálið er at stuðla teimum í at klára avbjóðingar í nútíðarsamfelagnum, og at gera tey tilvitað um jaligar og neiligar avleiðingar av atburði teirra við atliti til seg sjálv og onnur.
Læraravegleiðing til 4. - 6. flokk
Undirvísingartímarnir eru skipaðir í 7 kapittular:
- Kynsbúningarár: komandi avbjóðingar
- At menna sjálvsálit við betri samskifti
- At læra um kenslur
- Betri vinabond
- At styrkja familjubondini
- At menna vandna hugsan
- Talgildi heimurin
Tú og Hini
-hvussu vit fyribyrgja og handfara stríð, vreiði og harðskap
Tilfarið snýr seg um at læra tey ungu at loysa ósemjur á ein hóvligan hátt, heldur enn at øsa seg og gerast harðligur. Tey ungu fáa við tilfarinum kunning um vreiði og innlit í, hví vit gerast í øðini.
Læraravegleiðing til 7. – 9. flokk
Undirvísingartímarnir eru skipaðir í 6 kapittular:
- Hvat er eitt stríð
- Kenn tína vreiði
- Ísfjallið
- Meginreglur fyri at finna semju
- Dreingja-/gentustríð og dreingja-/gentufundir
- Jaligir felagsskapir
Neistin
-orkuspøl og onnur góð samstarvsítriv til øll
Tá ið tú spælir eitt orkuspæl, eru reglurnar samstarv og virðing fyri hvørjum øðrum. Øll hava týdning og skulu virðismetast. Hóast nøkur av spølunum snúgva seg eitt sindur um kapping, verður dentur lagdur á tann stuttleikan, ið tú hevur av at spæla saman við øðrum.
Neistin er ískoyti til undirvísingartilfarið at brúka á skeiðum í Hugburði og Atburði.
Bamsan Kvikk
Bamsan Kvikk gongur aftur í øllum lutum í Tú og eg og Kvikk
Hon er at fáa í tveimum støddum. Onnur er umleið 16 cm og hin umleið 33 cm til hæddar.
Faldarar
Í faldaranum, ið er seks síður til longdar, er ein frágreiðing um læraravegleiðingarnar, og hvat slag av skeiðum talan er um.
Sí seinasta faldara, ið vísir eitt neyvt yvirlit klikk
Faldaran kanst tú bíleggja ókeypis í minni nøgdum – upp til 15 eintøk.
Fyri størri nøgdir er prísurin 2,- kr. fyri hvønn faldara + postgjald.